Góða gongdin hjá ÍF Føroyum í seinnu helvt, har eingin dystur var taptur, steðgaði 07. marts móti Lyngby Volley 2. Tapið hevði við sær, at ÍF Føroyar eftir nógvum at døma ikki megnar at náa fyrsta plássinum og harvið uppflyting.
Vikuskiftið eftir reisti liðið seg aftur. Hesaferð við sigri á Gentofte Volley.
Í Lyngby vóru Lyngby Volley snøgt sagt ov sterkir til okkara, og tá servutrýstið fekk móttøkuna hjá ÍF Føroym í fleiri førum at sigla, fekst ikki veruliga bjóða av framvið netið. Ikki tí, har vóru fleiri góðar støður í blokkinum og í álopinum, men ov fáar í mun til.
Lyngby liðið spældi sera rutinerað, góvur ongar bóltar burtur ókeypis, høvdu stabilar móttøkum, gott yvirblikkk og fleiri ferðir vórðu Íf Føroyar fangaðir, tá bóltarnir sigldu oman hornini á eitt´arin og fimm´arin. Og ivaleyst eisini uppum seksarin á baklinjuna, tá hesin var komin ov langt fram.
Bæði í øðrum og triðja setti, tá útiliðið fekk kontakt við heimaliðið, dróg Lyngby frá aftur og endaði við at vinna settini. Seinasta settið var eitt sindur bitturt at tapa. Ein bóltur var uttanfyri antennuna, sum dómarin segði seg ikki síggja, og í øðrum føri fekk Jóhann brádliga gult kort og eitt tapt stig fyri at seinka spælinum, hóast eingin ávaring varð givin um hetta áðrenn. Aðrar ávaringar vóru givnar, so sum at aðrir enn liðskiparin ikki skuldi samskifta við dómarin, men hetta gav ikki gult kort, tá hetta ikki varð yvirhildið.
Dysturin endaði 3-0 í settum, og settúrslitini vóru 25 – 17, 25 – 22 og 25-22
---
Vikuskiftið eftir møtti Íf Føroyar Gentofte Volley 3 aftur á útivølli. Eitt ungt lið úr Gentofte, sum spælir góðan tekniskan flogbólt.
Útiliðið var nakað skert henda dagin, men aðrir, sum ikki altíð hava fingið so nógva spælitíð traðkaðu til og gjørdu tað gott.
Fyrsta settið taptu ÍF Føroyar 25-22, fyri síðani at vinna tey trý næstu: 25-20, 28-26, 25-20
Komandi ónskvøld er Frederiksberg á skránni og longu leygardagin eftir er seinasti dysturin móti Grøndal, sum í løtuni liggur á odda í deildini.
Í útidystinum móti KSV 2. vunnu Íf Føroyar 3-1.Úrslitið hevur við sær, at Íf Føroyar hava 17 stig og liggja á einum øðrum plássi, og samstundis varð KSV 2. sett meiri ella minni av í oddastríðnum við 4 stigum fyri fýra dystir.
Lagt var upp til eina spennandi uppgerð hetta sunnukvøldið heldur seint klokkan 19:00 innarliga á Nørrebro.
KSV 2. lógu rímiliga væl fyri á stigatalvuni, og høvdu tikið stig við sær úr undanbólkinum. Undir upphiting sást eisini, at KSV hevði fleiri góðar spælarar í álopinum, og at í dystinum kundi væntast gott flogbóltsspæl.
Nøkur órógvandi element vóru at byrja við. Eitt var at dysturin undan okkara varð byrjaður nakað seint við tí úrslitið, at okkara eisini varð útsettur nakað. Útyvir tað hevði heimaliðið ilt við at fáa dómaran fram og sett netið sum tað skuldi.
Men í gongd komu vit so, og Íf Føroyar liðið kom væl frá byrjan. Uppstillingin var Finnbjørn á eitt, og síðani Bergur O., Heiðrikur, Jóhann, Steinar og Árni. Á beinkinum sótu John, Hanus og Bergur J.
Heimaliðið var eitt sindur varið í álopinum, og hetta útnyttaði Íf Føroyar við fleiri góðum blokadum. Eisini gjørdi heimaliðið fleri servumistøk fyrsta settið, samstundis sum servutrýstið hjá Íf Føroyum var gott. Jóhann útmerkaði seg við at sláa nakrar hevingar úr at kalla ómøguligum vinklum til stig. Steinar vann sum vant nógv á kantinum, meðan Bergur á hinum kantinum manglaði tey síðstu prosentini at sláa ordiliga ígjøgnum. Á miðjuni gekk sum vant væl, og Finnbjørn hevaði aftur í dag, eftir at hava uttanlandsørindum í tvær vikur, nakað sum hann ikki tóktist stórvegis órógvaður av. Fyrsta sett endaði 25-21 til Íf Føroyar.
Dømingin setti eisini sín dám á dystin. At byrja við varð at kalla alt loyvt frá dupultsløgum til hevingar og tað sum har lá ímillum. ÍF Føroyar gjørdi vart við hetta, og síðani varð dømingin munandi herd, men hevarin hinumegin varð allíkavæl ongantíð dømdur fyri føring, hóast hann hevði bóltin nakað leingi millum fingrarnar áðrenn hann slepti honum aftur. At dømingin herdist var tó til fyrimunar, tí hetta tók tað ringasta av frustratiónunum vekk.
Miðskeiðis í øðrum settið fekk Árni ein skaða í tummilin (ella báðar tveir), og inn fyri hann kom Hanus, sum gjørdi tað feilfrítt ta løtuna. Annað sett minti nógv um fyrsta, burtursæð frá, at tá tað leið móti endanum megnaði Íf Føroyar ikki at lukka av. Servuvillur, ikki nóg góðar móttøkur og at menn ikki vóru nóg avgjørdir í álopinum gjørdi at KSV kom inn aftur í settið. Við støðuni 26-25 satsaði Bergur frá kantinum tað hann átti, og bólturin endaði ímillum blokk og netið og til úrslitið 27-25 til Íf Føroyar.
Íf Føroyar kom væl frá byrjan í triðja settið, men við støðuni 10-5 vendi tað fullkomiliga. Ein long servurekkja frá baklinjuni hinumegin netið gjørdi, at støðan nú stóð 12-10 til KSV. Hesa løtuna fingust móttøkurnar illa at rigga, spælið var mertkt av frustratión og tá bóltarnir so endiliga komu til álop, vórðu menn ov varnir, ístaðin fyri at satsa meiri, og harvið fekk mótliðið arbeitt eitt álop upp aftur. John kom eina løtu í settinum, og hetta gav hvíld og eitt sindur meiri ró yvir spælið, men Íf Føroyar fann ikki momentum aftur, og KSV helt føringina til settið endaði 25-20 til KSV.
Í fjórða sett bar aftur til. Mistøkini vóru færri, og har Íf Føroyar áður vóru tætt við í verjuspælinum, fingust alt fleiri torførir bóltar upp aftur og í spæl. Eitt nú Heiðrikur kastaði seg mangan og ofraði seg so langur hann var. Blokkadan riggaði framvegis væl, og Árni timaði tað millum aðrar fleiri ferðir til perfektión, tá hann samstundis gav eitt lítið slag aftur í blokkinum tá sligið varð, við tí úrslitið at slagið frá hevingini fór líka skjótt niður í gólvið hinumegin netið.
Mótstøðuliðið royndi seg taktist at serva running-spikaran út, serliga tá Steinar var frammi. Hetta hepnaðist teimum einki serligt, tí Steinar helt eina góða og stabila móttøku óansæð og fekk eisini bjóða seg til álopið tá Finnbjørn fordeildi hevingarnar. Sum heild var spælið einkult hjá Íf Føroyum. Fáar um nakrar kombinatiónir vórðu gjørdar, og hetta skyldaðist eisini, at blokkurin hinumegin dugdi sum heild væl at lesa spælið. Íf Føroyar helt føringina alt settið, og koyrdi tað trygt heim við stigmuninum 25-20.
Íf Føroyar liggja nú væl fyri á stigatalvuna, trý stig aftanfyri oddaliðið Grøndahl, meðan Lyngby andar okkum í nakkan við nøkrum dystum færri. Komandi vikuskiftið er frívikuskifti, og eftir tað er Lyngby á skránni. Dysturin móti Lyngby tykist verða avgerandi. Vinnur Íf Føroyar tann dystin, so er annaðplássið so gott sum tryggjað. Tapa vit hinvegin, bendir nógv á, at so skal seinasti dysturin móti Grøndahl vinnast fyri at tryggjað spæl um uppflyting.
Kaj var forrestin ikki við ídag. Hann fleyg til Føroya undan dystinum at hjálpa til á bonkinum hjá báðum sørvágsliðunum í steypafinalunum. Og væl gekst, tí bæði liðini hjá SÍ tóku gull. Til lukku við tí!
/b
13. feb. 2010 – fjórði sigurin á rað og byribils ovastir.
Í útidystinum móti Vordingborg VK endaðu Íf Føroyar til seinast omaná og vunnu 3-2.
Fyrst skuldi ÍF Føroyar ígjøgnum tvey miserabul sett áðrenn gongdin vendi. Hóast vit komu væl frá byrjan og løgdu okkum á odda í fyrsta setti, og Steinar um somu tíð hevði sína frægastu servurekkju leingi við fleiri góðum hoppiservum, komu vit seinni í settinum afturum og megnaðu ikki at reisa okkum aftur. Lítið riggaði, og hóast allir vildu tað, so vísti tað seg ikki á vøllinum. Móttøkurnar vóru ikki nóg góðar, Kaj hevði ov lítið munagott at arbeiða við, sum so eisini resulteraði í fáum álopum. Og tá so bóltarnir komu fram, vóru hevingarnir tíðum ikki nógv neyvar og áleypið ikki nóg vakið. Eisini høvdu Vordingborg fleiri góðar servurekkir, sum ÍF Føroyar liðið ikki fekk bilbugt við. Tann eini áleyparin hinumegin netið vann tað mesta, annaðhvørt hann var afturi ella frammi, og hevarin hevði fleiri bóltar, sum hann legði í ”spannuna”. Tað eina løtuna var tað sum fleiri dómaraavgerðir eisini gingu móti okkum, og í summum førum stóðu vit heilt óskiljandi yvir fyri eitt nú dømdum føringum. Hetta gjørdi tað ikki frægari fyri okkara viðkomandi. Trupulleikarnir okkara megin hildu áfram í øðrum setti og settúrslitini fyri 1. og 2. sett endaðu 25-19 og 25-18 til Vordingborg VK.
Í triðja settið vendi gongdin. Ilt at siga serligu orsøkina, men størri servutrýst frá okkara var ein teirra, sum tók broddin úr álopinum hjá Vordingborg. Teir vórðu eisini meiri og meiri troyttir, samstundis sum okkara menn vórðu meiri tendraðir og tóku betri ábyrgd. Serliga framvið netið vóru vit árvaknir og vunnu blokkar og returanir væl. Kaj á Stongum fekk spælt seg rættiliga væl upp, og fekk miðjuna væl betri við. Hetta gjørdi eisini at kantálopini høvdu lættari við at avgerða bóltarnir. John Lindberg, sum byrjaði á beinkinum, kom fyrst inn fyri Berg og síðani Hanus og hann gjørdi tað gott. Var viðvirkandi til betri stabilitet í verjuspælinum og hevði fornuftigar dispositiónir í álopinum. Eisini skal sigast generelt um kantarnir, at um teir ikki megnaðu at avgerða bóltarnir, so fingu teir í flestu førum lagt bóltarnir yvir um skilagott. Mistøkini frá fyrsta og øðrum setti, at raka netið ella at sláa bóltin út, kom næstan ikki fyri longur. ÍF Føroyar liðið lat stutt sagt mótstøðuliðið um mistøkini.
Triðja, fjórða og fimta vórðu koyrd at kalla yvirbevísandi heim, og tey endaðu ávikavist 25-16, 25-20 og 15-11
Við á liðnum í dag vóru Kaj, Bergur, Árni, Hanus, Steinar, Heiðrikur og John.
- Ein deiligur sigur, eftir at hava verðið heilt niðri í tveimum settum, fyri síðani at reisa seg og taka tey næstu trý. Tað leggur liðið fyribils ovast á stigatalvuna. 1.plássið skal tó takast við fyrivarni, hóast vit ætla okkum at halda okkum har. Nøkur lið hava spælt færri dystir enn vit, og enn mangla vit at møta liðunum, sum hava víst frægast taktir, so sum KSV, Lyngby Volley og Grøndahl.
/b
06. feb. 2010 - Enn ein sigur
3-1 í settum, triðji sigurin á rað eftir vetrarsteðgin í bólkinum um uppflyting, og ellivu stig tilsamans. Tá eru stigini íroknað, sum vit it høvdu við okkum úr undanspælinum. Hetta gevur eitt annað pláss á stigatalvuni, og nú byrjar aftur at líkjast.
ÍF Føroyar høvdu heimadyst, tá teir møttu Enghave VK2, sum undan dystinum lá á sjey stigum, eitt minni enn vit sjálvir.
Fyrsta og annað sett tóku ÍF Føroyar. Settúrslitini gjørdust 25 –17 og 25 – 20. Sum heild varð væl kempað og allir gjørdu ein góðan innsats, um sumt enn tørvar at fáast uppá pláss. Kaj á Stongum, sum í dag spældi sín fyrsta heila dyst eftir longri skaðasteðg, gjørdi ein góðan figur. Gott tempo, yvirlit og engagement allan dystin sum hann var. Tá hevingarnar eru fínpussaðar tað síðsta, og mennirnar hava funnið hvønn annan enn og betri, hevur liðið fingið eina aðra góða dimensión.
Umframt rutinuna, ið Enghave VK2 hevur, so var størsta mótstøðan tær longu og tungu servurnar, sum í tíðum komu sendandi næstan afturi úr hondboltsmálinum. Servurnar voldu ÍF Føroyum trupulleikar tað mesta av dystin, soleiðis at vit ikki fingu bóltin so væl í spæl, men treyðugt so ongantíð nakað, sum fingu okkum heilt niður við nakkanum.
Tíverri varð serliga fyrsta settið eisini merkt av, at mótstøðuliðið í dag hevði sett sær fyri at grenja og sláa við ørmunum um allar avgerðir, sum teir mettu gingu teimum ímót. Eisini søktu teir konfrontatión fram við netið. Hetta helt tíbetur uppat nakað inn í dystin. Dómarnir Halla og Óluva sóu sum frægast burturfrá hesum, og røktu sína uppgávu sum heild væl.
Triðja settið átti útiliðið. Stuttligt nokk tá teir vórðu givnir at gremja seg um líkt og ólíkt, og ístaðin løgdu seg eftir flogbóltsspælinum. ÍF Føroyar vóru aftanfyri tað mesta av settinm, og fingu ongantíð veruliga kontakt við føringina. Verjuspælið og blokkurin riggaði betri hjá mótstøðuliðnum, og álopspælið okkara megin kom ikki reiðiliga fyri seg. Settið endaði 20-25, og endaði eitt sindur karismatiskt við, at Bergur O. sendi seinastu servuna í netið, eftir at hava striðst seg til servuna beint áðrenn.
Í fjórða setti fór ÍF Føroyar liðið aftur frá aftur. Tað byrjaði serliga við nøkrum blokkadum, sum fekk álopið hinumegin netið at detta frá hvørjum øðrum. Alt kom retur niður aftur í gólvið. Blokkaduspælið er betri í ár enn kent áður hjá ÍF Føroyar liðnum, har serliga Jóhann Nielsen er drúgvur. Tað kendist eisini sum, at útiliðið byrjaði at tappast fyri orku í fjórða umfarinum. Settið varð koyrt heim trygt og endaði 25-20, hóast intensiviteturin eisini alla tíð var har. Harvið varð dysturin avgjørdur.
Við í dag vóru Kaj, Bergur O., Jóhann, Hanus, Steinar, Heiðrikur, Bergur J. og Henry. Poul hjálpti til og leiðbeindi á bonkinum.
Komandi vikuskitið er Vordingborg VK á skránni. Sum skilst verða vit nakað skerdir, men siktað verður eftir, nú truppurin ikki eru so smalur, at allir, sum bara hava møguleikan, fara at melda seg til, og so mugu taka vit tað harfrá.
- á veg heim til húsa aftaná dystin var Hanus Eliasen aftur hesaferð hollur í ferðsluráðum í kjøpinhavnska infrakervinum, serliga nú Steinar hevði skund at koma heim at hyggja eftir DK Melodi Grand Prix. Hann hevði fyrireikað fløguspælarin til tað sama, altso Steinar, og vit aðrir máttu tískil plágast við ballón-, smiley- og rútmumusikki í høgum tanti allan vegin úr Valby og út til treogtyvehundrede. Hvørt við sínar náðir og sín smak, men tað er altso førarin sum bestemmar playlistan, sum hann sjálvur segði tað við einum smíli, og eini innarligari vón um at síggja de Mylius og Keld Heick á skíggjanum hetta sama kvøld sum viðmerkjarar.
Tað eru heldur ikki øll, sum kunnu spæla við Bimbs…
/b
Teldupostur úr Skotlandi
Tí ymsir trupulleikar at postað innlegg hava verðið við kjakinum beint niðanfyri, hevur redaktiónin valt at seta hetta átrokandi brævið inn á síðuna, sum eina viðmerking til sama kjaktráð.
Høvundur: Andrass J
Evni: Avsannan (retorisk inspiratión eftir J. á Lakinum)
Tad er ikki tann veruliga Andrass Jógvansson, ádur Joensen, sum hevur skrivað avsannina í kjaktráðnum niðanfyri. Tað má eg avsanna. Altso ein avsannan av einari avsannan. Men eg kundi gott havt avsannað tað fyrsta innleggið í hesum tráðnum, tí tað er heldur ikki eg, sum átti tað allarfyrsta. Altso tað kundi verðið eg í aftursvarinum, eins og tað kundi verðið eg í fyrsta innlegginum, men tað var ikki eg, sum trýstið á "send" tá. Ikki tí eg ongantíð trýsti á "send". Yvirhøvur ikki. Tað sigi eg ikki, at eg ongantíð geri. Yvirhøvur ikki. Tí tað geri eg av og á, men bara ikki í hasum førinum inni áifforoyar.dk. Ikki tí eg ongantíð vitji hesa flogbóltsheimasíðu og kanni flogbóltsúrslit og frásagnir. Yvirhøvur ikki. Tað segði eg ikki, at eg ikki gjørdi. Tí tað geri eg, altso kanni ymiskt innan flogbólt og geri mínar tankar um hetta, bara ikki í tann forstand, at eg eisini skrivaði fyrsta, næsta, men ikki hetta innleggið, sum eg altso havi skrivað.
Og so er tað Suni Juul, ha? Ja, tað kanst tú spyrja um, sjálvt um tað faktist var eg sum spurdi har, men tað má eg altso eisini avsanna, at eg havi avsannað, hóast eg væl kundi havt avsannað tað oysini. Og eg havi oysini hoyrt tað teskað í krókum, at tað var eg. Ikki tí eg lurti eftir teski í krókum, yvirhøvur ikki. Tað havi eg ikki sagt, at eg geri. Eg sigi tað bara, tí eg havi hoyrt at onkur annar hevur hoyrt, at tað hevur verðið teskað um tað. Ikki tí mann skal lurtað eftir øllum, sum onnur siga seg hava hoyrt teskað, yvirhøvur ikki, men nú geri eg bara vart við tað.
Og so voyt eg ikki ordiliga um eg skal siga tað, men - altso, ikki tí eg ikki voyt hvat eg vanliga sigi, eg visti longu sum tannáringur hvør Louis Pasteur var, men eg moyni so við (...kubbað vekk og stytt av redaktiónini)
Altso hervið ein avsannan av einari avsannan, har tann fyrra avsannanin moyri skal síggjast sum formalia. Og so kanst tú spyrja, hvussu áhugaverd henda avsannanin er. Altso tað voyt eg ikki ordiliga hvat eg skal siga til, men áhugaverd er hon allíkavæl, tí tað er viktigt, at hetta mál ikki fløkist á nakran hátt.
Tað er tað, sum eg moyni.
Heilsan AJ
30. jan. 2010 – Annar sigurin á rað
Á heimavølli móti Amager VK3, varð úrslitið ein 3-0 sigur til ÍF Føroyar.
Settúrslitini gjørdust 25 - 21, 25 - 18 og 32-30
24. jan. 2010 – Góð byrjan aftaná vetrarsteðgin
Í Næstved móti Næstved VK vann mannsliðið hjá ÍF Føroyum ein 3-1 sigur, eftir at hava verðið afturúr 1-0 í settum.
Sunnudagin skuldi hol setast á seinnu helvt av kappingini. ÍF Føroyar liðið hevur megnað at spælt seg í bólkin um uppflyting, og við sær úr undanspælinum høvdu teir 2 stig.
Tað byrjaði væl, og eftir stuttari løtu førdi útiliðið við fimm-seks stigum. Síðani kom stígur í, tá heimaliðið hevði eina røð av góðum servum, sum ÍF Føroyar liðið annaðhvørt ikki megnaði at fáa nøktandi spæl burtur úr, ella tapti bólkin í blokkinum og returinum. Hetta er nakað, sum vísir seg at verða afturvendandi fyri liðið, at ein rennur seg í slíkar múrar, og ringa venjingarstøðan spældi nokk nakað inn.
Nakað inn í 1. settið fær hevarin hjá Næstved VK skaða í tjúkkan, og er ikki førur at halda fram. Tað vildi soleiðis til, at heimaliðið ongan útskiftara hevði, og tá libero ikki kann skifta positión millum settini, mátti hevarin halda áfram á vøllinum, fyri at ikki leyst og liðugt skuldi verða áðrenn menn veruliga vóru komnir í gongd. Ein annar tók yvir at heva, og skaddi hevarin spældi hereftir kantur frammi, og fór út fyri libero afturi á vøllinum.
Jóhann Nielsen, sum var við í dag eftir longri steðg, kom inn fyri Berg í 1. settinum, og fekk broytt nakað, men ÍF Føroyar liðið fekk tó lítið gjørt við greiðu føringina, sum teir vóru upp í móti í fyrsta settinum. Fyrsta settið endaði 25 -17 til Næstved VK.
Tey næstu trý settini sótu ÍF Føroyar á, og vunnu tey øll somul. Ringastu ónollurnar vórðu ristar av, og liðið helt føringina væl í øllum settum. Tá heimaliðið nærkaðist nakað, dróg ÍF Føroyar liðið frá aftur. Hóast umskiftingin av skadda leikaranum hinumegin netið spældi inn, so vóru eisini betringar fleiri staðni hjá ÍF Føroyum hesi trý settini. Blokkurin gjørdi alt meiri um seg, og fekk í denn grad tikið tenn úr álopinum hjá Næstved VK. Visti ein ikki betur, kundi bólturin tað sama verðið í gólvinum áðrenn álopið hevði sligið. Leikarnir stríddist eisini í fleiri førum væl í gólvinum, móttøkurnar vórðu meiri stabilar, álopið á einari góðari leið, og oftani vóru góðar servurøðir.
Venjarin nýtti eisini høvið at skifta nógv út, hetta so allir fingu nógva spælitíð, og so fleiri sluppu at royna meiri enn tí eini positiónina.
Við á liðnum í dag vórðu, John, Heiðrikur, Finnbjørn, Hanus, Árni, Johann, Bergur og Steinar
Um enn á einum nakað bíligum grundarlag, var hetta ein góð byrjan eftir steðgin um høgtíðirnar hjá liðnum. Trý stig í skjáttuna, fimm í alt, liggja í miðjuni í tabellini, og halda menn seg til, heldur liðið seg kunna spæla upp ímóti og kanska enntá betri enn tey flestu.
/b
ES. Í skrivandi stund sæst at áhugin úr fjarum flogbóltsleiðum vísir seg fyri felagnum og avrikum tess inni á heimasíðu felagsins. Fremstu flogbóltsumboð føroyinga - hvør so SJP nú vísir seg at verða - tey úr broddi fylkingar í oyggjaleikahøpi, kremið av kreminum, berserkarnir tá á stendur á leikvøllum, tá bara viljin ger munin, og tey sum standa á gáttini til elitusamsýning í føroyskum ítróttarhøpi. Hetta kann bara verða tekin um um at ÍF Føroyar flogbóltur er í framgongd, hvussu so hesi velja at gera vart við seg.
06. des. 2009 – Taptu uttan dyst
Spennandi uppgerðin ið skuldi verða millum ÍF Føroyar og liðið úr Gentofte um annað plássið í bólkinum varð av ongum.
Av ókendum orsøkum komu ongir bóltar og ongin dystarseðil fram, og tí kundi eingin dystur spælast, hóast liðini og dómaratrio vóru klár til tað.
ÍF Føroyar sum hevði heimadyst henda dagin tapir tí dystin við trimum settum móti ongum. Vit náa av tí sama heldur ikki øðrum plássinum nú undanspælið er liðugt leikt, sum vit annars høvdu sett nøsina upp eftir. Súrt.
Óvist er um dysturin í dag hevur aðrar fylgjur við sær enn úrslitið, sum nevnt er omanfyri...
Skráin fyri kappingina í seinnu helvt er ikki kunngjørd enn, men verður tað í næstum.
/b
29. nov. 2009 – Sigursrøðin steðga
Dysturin móti oddaliðnum Grøndal EV.2 endaði við 3-1 tapi.
Grøndal EV. 2 hevur ongan dyst tapt enn í ár, og hesu frægu gongdini megnaði ÍF Føroyar tíverri ikki at steðga. Dysturin, sum varð spældur sunnukvøldið á heimavølli hjá Grøndal, varð tíðum leiktur við høgum tempo. Hetta var ein heilt onnur mótstøða, enn tann ÍF Føroyar liðið hevði møtt í undanfarnum dystum. Fyrsta og annað sett vóru rímiliga lík, og vann heimaliðið ávikavist 25-19 og 25-21. Í løtum gekk væl hjá ÍF Føroyum, men so vísir tað seg, at liðið rakar keðiligar stimar, og tapa fleiri bóltar á rað, sum síðani vísir seg at tapa settini fyri ein. Í báðum settunum fáa vit samband við mótstøðuliðið, fyri síðani at missa tað á gólvið aftur. Sum ta ferðina tá Bergur hevði eina góða seriu við kantálopum, tá hann so kemur aftur á vøllin, missir hann fleiri servumóttøkur. Í Álopinum vóru vit einki aftanfyri Grøndal liðið hendan dagin, men vit gera fleiri servumistøk, fáa ikki samlað stuttu bóltarnar nóg væl upp og sum sagt, so eru tað móttøkurnar, sum ikki er nóg stabilar enn.
Hóast ein hevur ilt við at viðganga tað, so er tað kanska ein bági fyri liðið sum nú er, at spæla á langbana. Servutrýstið hevur ikki riggað nóg væl enn, og móttøkurnar eru vit heldur ikki vanir við útfrá venjingarumstøðum á stuttum bana. Um vit í heila tikið hava nakað at skula sagt, um vøllurin skal venda uppá longs ella á tvøran, veitst ikki. Tað kunnu vit so kjakast víðari herinni hvussu og um vit skulu gera nakað við tað framyvir.
Í triðja setti ger Grøndal nakrar útskiftingar, og samstundis sum ÍF Føroyar liðið var byrjað at finna mótstøðumennirnar betri í verjuspælinum, gjørdist settið eitt heilt annað. Útiliðið streyk avstað. Tað mesta riggaði eisini hesa løtuna - tó eina mest í verjuspælinum, har nógv varð fingið uppaftur, sum áður rakti gólvið. Álopið koyrdi eisini fínt, móttøkurnar tað betri, og Grøndal liðið gjørdi fleiri mistøk. Útiliðið koyrdi á, og lat tað hoyrast, tá bóltarnar vórðu vunnir. Triðja sett vann ÍF Føroyar yvirbevísandi 10-25.
Mest sum vit mettu okkum verða komnan inn aftur í dystin, gjørdist fjórða sett eitt undarligt og tómt følilsi. Vit byrja við at tapa nøkur álop framm við netið, og eftirfylgjandi kiksa nakrar móttøkur. Áðrenn vit vita av, og kallað verður til time-out, eru vit aftanfyri við fýra-fimm stigum. Hesum fingu vit ikki vent, hóast vit royndu at reisa okkum. Grøndal-liðið var eisini nógv broytt fra settinum undan, og gjørdi at kalla ongi mistøk, samstundis sum blokkurin tók nógv, og teir stóðu sera væl í verjupartinum. Teir høvdu skift út aftur á bonkinum, og tað var sum um, at teir høvdu fingið nýggjar kreftir, og at vit vórðu eitt sindur tappaðir fyri orku frá triðja setti. Eitt nú miðjan hinumeðin netið spældi væl, og fangaði serliga nógv í blokkaduni. Lítið og einki gekk okkara veg og frástøðan bara øktist. Vit fangaðu okkum í uppstillingum, har vit ikki komu víðari, og har mótstøðuliðið lá gott á okkum. Ov lítið flog og ov lítil optimisma, samstundis sum uppgevilsi kanska eisini byrjaði at spøkja, hóast ein ikki vil kennast við tað. Fjórða sett endaði heili 25-15. Nevnast skal tó frá fjórða setti, at Poul Guðmundsson gjørdi ein sera góðan figur móti endanum á setttinum, tá hann varð skiftur inn. Innskiftingin var fyri Árna Petersern, sum annars hevði havt ein fínan dyst við fleiri góðum aktiónum frammi við netið. Poul Vísti góðan geist, vann okkurt slagið og hevði eina fína blokadu. Sera positivt. Poul hevur ikki spælt flogbólt í áravís, men vísti at talentið og følingin ikki liggur longri vekk enn so.
Við á liðnum vóru Finnbjørn, Bergur, Heiðrikur, Hanus, Steinar, Árni, John og Poul.
Jóhann Nielen, sum var við hendan dagin á síðulinjuni, metti okkum tó hava givið oddaliðnum fræga mótstøðu, og helt okkum hava góðan kjans móti teimum seinni í kappingini. Helt fyri, at nú kenna vit teirra spælistíl og styrkir, og vita okkum fáa millum og einki forerandi. Halda vit avtalurnar og okkum tendraðar allan dystin á tamb, hava ÍF Føroyar avgjørt kjans móti einum so frægum liðið sum øðrum liðið hjá Grøndal EV. Vit spæla til tíðir sera væl, og bíta veruliga frá okkum í álopinum og blokkadum. Tað skal bara enn og meiri av tí, samstundis sum verjuparturin skal betrast.
Tapið móti Grøndal merkti tíveri eisini, at vit ikki fáa stigini við okkum í endaumfarið eftir nýggjárs, eftirsum liðini ið fara víðari taka innanhýsis úrslitini í uppgerðunum við sær. Tað gera vit heldur ikki frá dystinum móti Frederiksberg Volleyfrá fyrr í ár, sum eftir øllum at døma eisini røkkur endaspælinum. Stigini frá á Hillerød- ella Vordingborgdystinum fáa vit tó við okkum. Seinasti dystur er móti unga Gentofte liðnum, sum eisini kemur víðari úr undanspælinum, og har stigini tískil verða sera týdningarmikil skulu vit gera okkum galdandi í seinni helvt.
Kanska trumfurin at melda okkum til í endaspælinum liggur í at halda formin við líka nú ein langur steðgur er fyri framman í kappingini. Um ikki annað so at koma væl frá byrjan og síðani royna at taka tað harfrá.
/b
Myndir
Myndir tiknar áðrenn dystin ímóti Brøndby.
Jólafrokostur
Nær skal jólafrokosturin verða?
Vit mugu finna ein dato sum skjótast.
22. nov. 2009 – Góða gongdin heldur áfram
Mannsliðið hjá ÍF Føroyum endaði omaná í heimadystinum móti Taastrup IK við settmuninum 3-2.
Dysturin var settur at byrja klokkan 09.00, men byrjaði eitt sindur seinri, millum annað tí okkara menn vórðu ov seinir við upphitingini og at fáa netútgerðina setta upp. Tað skal helst ikki koma fyri aftur.
Hóast teir enn vóru eitt sindur kaldir, so legði heimaliðið seg væl frá byrjan í fyrsta settinum. Taastrup-liðið mundi heldur ikki verða komnir ordiliga í sving. Tá komið varð væl inn í settið meldaði Heiðrikur seg skaddan í fótinum, eftir at verða lendur heldur óheppið. Hetta førdi við sær útskiftingar og ÍF Føroyar liðið mátti aftur til eina uppstilling sum hana móti Vordingborg, við bara einum spælara á miðjuni, og Finnbjørni at blokka mitt fyri tá hann var frammi við netið. John Lindberg kom inn í uppstillingina fyri Heiðrik, og spældi kantur/diagonalur. Ein nýggj uppstilling, sum órógvaði nakað, men ongantíð so nógv at føringin varð veruliga hótt. Settið endaði 25-22.
Annað og triðja sett var tað Taastrup IK, sum sat á dystinum. Okkara høvdu ilt við at avgerða bóltarnar, og gjørdu tað eisini trupult hjá hevaranum í servumóttøkuni og við gratisbóltum. Servutrýstið riggaði heldur einki serligt, og sum heild var spælið eitt sindur febrilskt. Tann eini kanturin hjá Taastrup IK var eisini í hopla hesa løtuni, sló sera væl, og vann tað mesta hann fekk. Í triðja settið skifti Bergur Olsen og navnin Joensen um. Tann fyrri hevur ligið við krími, og var ikki komin heilt fyri seg enn. Bergur Joensen gjørdi tað fínt meðan hann var inni. Annað og triðja sett endaði ávikavist 19-25 og 21-25. Í triðja setti hómaðist glottar, men ÍF Føroyar megnaði ikki at koppa settinum til egnan fyrimun, tá liðið nærkaðist í avgerðandi løtum.
Fjórða sett broyttist gongdin aftur. Uppleggið hjá Steinari í steðginum undan settinum var, at vit ikki longur skuldu satsa so nógv í servuni, men heldur geva okkum meiri ómak og útilokandi serva taktist. Meiri skuldi kanska heldur ikki til. Heiðrikur meldaði seg eisini kláran aftur at spæla, um enn hann ikki var 100 %. Tað var eisini sami Heiðrikur, sum legði heimaliðið trygt á odda við einari langari servurøð. Í besta Tummas Óla Mortensen stíli fór hann langt aftur á vøllin og servaði tungar og lágar servur yvirum. Útiliðið hevði torført at fáa nakað burturúr hesum sama. Miðjan við Árna og Heiðriki kom eisini betri við aftur í dystin. Hóast útiliðið kom aftur móti endanum av dystinum, vóru teir ikki nær við at fáa heimaliðið aftur. Setti endaði 25-21.
Vit endaðui tískil aftur í einum fimmsettara, eins og vit upplivdu tað seinastu vikuskiftið móti Brøndby VK. Og aftur hesaferð vunnu ÍF Føroyar seinasta settið yvirbevísandi. Uppstillingin var sum fyrsta sett. Geisturin var allatíðina góður, menn hildu sínar avtalur og vóru klárir til hvønn bólt. Tað byrjaði við einari langari servurøð, har frægi kanturin hinumegin varð lukkaður væl av frammi við netið. Tær ferðirnar bólturin kom yvirum aftur í spæl varð hann avgjørdur við góðum sløgum. Eftir hetta skiftist liðini at vinna bóltarnar, og settið endaði trygt til 15-8 til ÍF Føroyar.
Liðið í dag var Finnbjørn av Teigum, Bergur Olsen, Heiðrikur Bergsson, Hanus Eliasen, Steinar Eirikstoft, Árni Petersen, John Lindberg og Bergur Joensen.
Vit frøast um trý stig á kontuna aftur í dag, og at vit nú liggja somikið væl fyri á stigatalvuni, at luttøkan í ovara bólkinum um uppflyting er tryggjað. Vit hava tó neyvan ráð til at fara niður við høvdinum og konsentratiónini í løtum, sum vit sóu tað í dag, tá vit komandi tvey vikuskiftini møta oddaliðunum.
/b
14. nov. 2009 – Triðji sigurin á rað kom í hús
Við settúrslitinum 2-3 til ÍF Føroyar móti Brøndby VK stríddi mansliðið seg upp 12 stig samanlagt, og liggur nú væl fyri á stigatalvuni.
Undan dystinum lógu Brøndby VK aftastir við tveimum stigum, bæði stigini høvdu teir bjargað sær við 2-3 tapum, og móti ÍF Føroyum fingu teir so sítt triðja stig.
Og júst tað at Brøndby lógu aftastir var møguliga viðvirkandi til, at okkara menn tóku í so lætt upp á uppgávuna hendan dagin. Í øllum førum tapti ÍF Føroyar bæði tey fyrstu settini, áðrenn liðið tók sær um reiggj. Fyrsta sett byrjaði annars rímiliga væl í okkara favør. Spakuliga ótu Brøndby seg tó inn á, og tá tað gjørdist avgerandi, vóru vit ikki nóg neyvir, meðan Brøndby tóku av kjansinum tá hann beyðst teimum. Settið endaði 26-24 til heimaliðið.
Annað sett gekk uppaftur verri hjá ÍF Føroyum. Vit gjørdu fleiri servumistøk enn gott er og gloymdu at halda okkara avtalur í verjupartinum. Sum um, at ov fáir melda seg til og taka ábyrgd, men heldur bakka út, og av hesum sama gerast menn frustreraðir og byrja at keglast innanhýsis. Ein óheppin ringvirkningur. Brøndby liðið spælir ikki poleraðan flogbólt við reinum sløgum, og oftani hevur hetta við sær, at okkara lið eisini fellir í dygd og tempo. Hetta hendi eisini hendan dagin.
Meiri skal heldur ikki takast frá Brøndby VK hesa løtuna. Teirra móttøkuspæl riggaði stak væl, og teir fingu flestu av hinum bóltunum væl uppaftur til hevaran. Álopsspælið hjá teimum koyrdi eisini væl á miðjuni - um enn eitt sindur alternativt - og á kantinum vunnu teir tað mesta við blokk-out sløgum. Settið endaði 25-18, og ÍF Føroyar liðið var ongantíð nøkur verulig hóttan.
Millum annað og triðja sett settu ÍF Føroyar liðið seg fyri at finna spæligleðina aftur. Vit skuldu hvør sær inn at taka ábyrgd og røkja okkara uppgávur. Slutt við at illneitast, men ístaðin skuldu vit tosa betri saman. Allir skuldu upp við høvdinum og inn at gera tað sum vit vita vit megna. Vit skuldu spæla okkara spæl, og ikki tilrætta okkum eftir teirra tempo og spælihátti.
Hetta skuldi eisini vísa seg at rigga. Skjótt minkaðu mistøkini og álopspælið byrjaði at ganga betri aftur. Finnbjørn fekk betri bóltar at arbeiða við. Miðjan byrjaði at vinna meiri, og kantarnir fingu aftur meiri ígjøgnum. Triðja settið endaði 20-25 til ÍF Føroyar.
ÍF Føroyar helt á við upplyftandi spælinum í fjórða setti, men nú byrjaði at merkjast, at menn vóru farnir at møðast. Nógv orka varð brúkt at koma inn aftur í dystin í 3. setti. Í summum formatiónum høvdu vit torført at koma víðari, og í øðrum førum megnaðu Brøndby VK at leggja gott servutrýst á útiliðið. ÍF Føroyar áttu tó munin og endaðu omaná 23-25
Síðani skuldi dysturin avgerðast í fimta og seinasta setti, har spælt varð upp til 15. Í steðginum undan settinum vóru vit greiðir yvir, at tað snúi seg um einar 10 minuttir ella so, og so varð dysturin avgreiddur. Bara eina lítla løtu afturat, at geva tað mann átti og halda konsentratiónini høgt. Útiliðið fekk eisini eina sera góða byrjan, og løgdu seg á odda átta-null við góðum servutrýsti á serliga running-spikarin hinumeðin netið, samstundis sum blokkurin stóð væl plaseraður hesa løtuna. Hvør einasti bóltur varð eisini feiraður so tað hoyrdist. Seinasta settið varð koyrt trygt heim við stigmuninum 7-15, og har vinnandi liðið enntá hevði yvirskot at koyra góðar álopskombinatiónir.
Alt í alt ein góður lærupeningi fyri ÍF Føroyar liðið. Vit lærdu betri okkara veiku síður at kenna, og hvussu skjótt tað kann fara skeivan vegin, um tingini ikki ganga eftir vild. Móttøkuspælið kann í støðum framvegis betrast, og vit mangla at fáa diagonalin betri við frammi við netið, umframat at álopsspælið meðan menn eru afturi aftur á vøllinum skal forbetrast - Alt samalt fyri at betra um breiddina í álopsspælinum og gera tað verri at hjá mótstøðuni at lesa spælið av.
Á liðnum í dag vóru Finnbjørn, Bergur, Heiðrikur, Hanus, Steinar, Árni og John.
Við sigrinum í dag liggur liðið næstbest fyri, um vit taka hædd fyri at ÍF Føroyar eisini hevur spælt færri dystir enn onnur lið hava tað. Grøndal EV. 2 liggur best fyri, uttan at hava tapt nakran dyst. Tað er nakað ÍF Føroyar liðið ætlar at broyta sunnudagin 29. november, tá liðini bæði møtast.
Komandi dystur er ímóti Taastrup Ik í Valbyhøllini sunnumorgunin klokkan 09:00. Síðani møta vit sum sagt Grøndal EV 2. og seinasti dysturin undan jólsteðginum er heima móti Gentofte Volley eina viku inn í desember.
/b
8. nov. 2009 - Mannsliðið hjá ÍF Føroyar vunnu í dag sín triðja dyst
Við settmuninum 3-0 endaðu flogbóltsmennirnir hjá ÍF Føroyum omaná, og fingu ætlaðu 3-stig úrtøkun burturúr móti Vordingborg VK.
Bavnehøjhallen var karmur um fyrsta heimadystin hjá ÍF Føroyum í undankappingini í Danmarkseriuni. Undan dystinum hevur gingið rímiliga væl í hond; liðið hevð vunnið tveir og tapt ein dyst.
Hetta var samstundis fyrsti dystur, har nýggju leikbúnarnir vórðu royndir. Nýggir leikbúnar hava verðið tiltrongdir og ynsktir í longri tíð, so hetta kom væl við. Safari Transport er stuðul, og tey sum hava staðið fyri fyri vali av sniði og litum eru komin væl frá sínari uppgávu.
Dysturin í dag, sum varð settur at byrja klokkan 14:00, varð seinkaður ein tíma, tí ólag var í fyrireikingunum millum hondbólt og flogbóltin. Hetta skuldi koma eitt sindur illa við hjá heimaliðnum, sum eftir fyrsta sett mátti siga farvæl við ein leikara, tá tíðin orsaka av seinkingini ikki longur rakk til.
Við á liðnum í dag - um vit taka raðfylgjuna eftir uppstillingini - vóru Finnbjørn á Teigum, Steinar Eirikstoft (liðsk.), Hanus Debes Joensen, Hanus Eliasen, Bergur Olsen og Heiðrikur Bergsson. Á beinkinum byrjaðu John Lindberg og Bergur Joensen.
Árni Petersen, sum vanliga leikar fast á miðjuni, var ikki við í dag vegna forfall. Í hansara stað var komin Hanus Debes, sum hóast hann ikki hevur verið so drúgvur í ár, sum okkurt annað árið, kom væl frá dagsins uppgávu, og var tendraður frá dystarbyrjan.
Jóhann Nielsen og Kaj á Stongum dragast tíverri enn við skaðar.
Longu í fyrsta setti vísti ÍF Føroyar liðið góðar taktir við góðum servutrýsti, menn sum vóru uppi á tærnum í verjuspælinum, væl fordeildum hevingum og við góðum biti í álopinum. Nakað inn í settið kom John Lindberg eina løtu inn fyri Berg Olsen í verjuspælinum, og greiddi John sína uppgávu væl. Fysta sett endaði 25-21. Stigmunurin átti at verðið nakað størri, men Vordingborg VK slapp at hála nakað inn á heimaliðið áðrenn settið varð endaliga avgjørt.
Í øðrum setti máttu ymsar broytingar gerast, tá Hanus Debes varð noyddur at fara víðari.Spell fyri liðið og Hanus sjálvan, sum hevði víst góðar taktir og var fallin væl og skjótt til uppstillingina. Nú gjørdist uppstillingin tveir kantar, tveir diagonalar, ein miðja og Finnbjørn helt á við at heva, meðan hann nú tók blokkaduna á miðjuni meðan hann var frammi við netið. Bergur Joensen og John Lindberg býttu nýggja plássið ímillum sín restina av dystinum.
Sjálvt spælið annað og triðja sett varð ikki eins yvirbevísandi og flótandi og fyrsta sett var tað. Við bara einum spælara á miðjuni fekk tað kanska heldur ikki verðið nógv øðrvísi. Mistøkini vórðu tó avmarkaði og liðið helt einum góðum geisti uppi. Útiliðið var byrjað at møðast, teir gjørdu fleiri mistøk á rað og einsformaða álopsspælið hinumegin netið dalaði eisini í dygd. Annað sett endaði 25-15.
Triðja sett beit útiliðið frá sær aftur, og skuldu vit heilt upp á 26-24, áðrenn dysturin endaliga varð floytaður av.
Dómaratrioin í dag vóru Anly Sandberg Joensen, Súsanna Reinert Petersen og Súsanna Eysturoy. Tær komu allar væl frá sínari uppgávu.
Heiðrikur var aftur í dag yvirbevísandi á miðjuni, men kundi fingið meiri at arbeitt við. Fleiri lutfalsliga lættir bóltar komu ikki nóg væl fram til netið. Kantarnir vunnu lutfalsliga nógv, og serliga Steinar var eyðsýndur tá á stóð. At Steinar er komin betur við í álopspartinum meðan hann er afturi á vøllinum gevur skjútsinum meiri tyngd og breidd, og ger álopið verri at lesa hjá mótstøðuni.
Við sigrinum í dag kom ÍF Føroyar liðið longri upp á stigatalvuna, og liggja nú tað betur fyri at enda í ovari helvtini áðrenn jólasteðgin, tá ovaru helvtirnar úr tveimum deildum verða lagdar saman at spæla um upprykking.
Komandi leygardag skulu ÍF Føroyar leika móti botnliðnum Brøndby VK á útivølli, tá triðji sigurin á rað helst skal koma í hús.